Borgarstjórin á vitjan í 10. flokki!

Mánadagin 14. september var Jógvan Skorheim gestur í vallærugreinini "Samfelagsfrøði og Ìverksetan" í 10. flokki.

Borgarstjórin hevði eitt upplegg og næmingarnir høvdu fyrireikað spurningar til Jógvan Skorheim, sum svaraði og greiddi frá.

Til seinast blivu myndir tiknar í skúlagarðinum, og sjálvandi eisini ein "selfie" saman við borgarstjóranum.