Vagn til reiðar at taka við avbjóðingini
Bjørn Kalsø var ein av gestunum í Skúlanum við Ósánna í dag, sum var komin at heilsa uppá nýggja skúlastjóran í býnum. Røður vóru hildnar, og sangur var eisini á skránni.
Fleiri myndir frá móttøkuni her: Móttøka fyri Vagn
Skjótt byrjar útbyggingin av nýggja skúlanum, sum skal binda skúlabygningarnar á økinum saman. Fyrsta byggistig skal eftir ætlan standa liðugt í 2018.
Vit ynskja Vagn hjartaliga vælkomnan í stjórasessin og ynskja honum eina góða, spennandi og læruríka tíð sum skúlastjóri.
Les her røðuna, sum Vagn Foldbo helt til móttøka:
Góðu starvsfólk, skúlastýri, kommuna og onnur.
Fyrst vil eg fegin takka fyri álitið at seta meg í starv her í skúlanum. Eg eri sera fegin um at standa her í dag, samstundis sum eg eri sera eyðmjúkur fyri uppgávuni, sum stendur mær fyri framman. Tað einu løtuna havi eg summarfuglar í búkinum, tí eg veit, hetta er ein stór uppgáva. Men fyri tað mesta eri eg spentur at arbeiða saman við tykkum og gera samanlagda skúlan í Klaksvík til ein skúla, vit øll eru glað fyri og errin av.
Fólkaskúlin er ein sera týðandi stovnur í samfelagnum. Sum samfelag hava vit valt, at allir borgarar í landinum skulu hava ein grundførleika. Ein grundførleika, sum skal búgva tey út til lívið í dagsins samfelagi. Samfelagsliga meta vit, at framtíðar borgarar hava tørv á einari grundleggjandi vitan innan m.a. mál, støddfrøði, søgu og list. Eisini meta vit sum samfelag tað vera týdningarmikið, at okkara borgarar verða lærdir upp í fólkaræði, javnvirði og sosialum førleikum annars.
Sum starvsfólk á einum skúla hevur tað stóran týdning, at vit eru tilvitað um okkara stóru ábyrgd. Komandi ættarlið er litið okkum upp í hendi, og sum Løgstrup er kendur fyri at siga, so standa vit við einum parti av teirra lívi í okkara hondum. Vit eru við til at seta dám á teirra lív og forma tey sum menniskju.
Men samstundis er hetta ein sera spennandi uppgáva. At síggja hvussu børn og ung mennast og vaksa gevur sera stóra meining í arbeiðinum.
Sjálvt um eg geri tað alt ov sjálvdan, so dámar mær væl at ganga í haganum. Ein vakran summardag, tá fuglarnir hava reiður og lombini spæla er kveikjandi fyri meg. Tann óspilta náttúran stendur sum mótsetningur til velta bøin og asfalteraða vegin.
Men í haganum er stundum knortlut og óslætt at ganga. Tað er ikki her, tú kanst ganga og sms’a samstundis. Í haganum krevur tú at vera ansin um nærum hvørt fet, tú tekur, tí einki fet er eins. Stundum ein veit - stundum ein kneysi.
Nærkast tú einum fuglareiðri, byrja bøgan og steggin at láta og ávara teg um, at tú skalt halda teg burtur. Hetta er teirra øki. Men vakurt er tað at síggja ungar í reiðrinum, foreldrini hava bygt teimum.
Um tú spyrt ein, sum ikki hevur gingið í haganum, hvat veksur har, vil hann helst siga: Gras. Í haganum veksur gras til matna hjá seyði. Men spyrt tú ein, sum vanliga gongur í haganum, vildi hann sagt, at hyggur tú nærri at svørðinum, sært tú tær mongu vøkru blómurnar, sum vaksa í Føroyum. Ikki stórar, men vakrar.
Nú kanst tú spyrja, hví eg nevni alt hetta við haganum. Jú, tað er tí at eg meti hetta vera eina góða mynd uppá okkara arbeiði í skúlanum. At fáast við menniskju er ikki sum at ganga á einum asfalteraðum vegi. Næmingarnir eru ymiskir og hava ymiskar førleikar, fortreytir og persónsmenskur. Tess vegnu mugu vit sum starvsfólk og myndugleikar hugsa um hvørt fet, vit taka. Um vit renna í haganum sum vit renna á asfalteraðum veg, er skjótt at snáva. Vit hava jú við menniskju at gera. Tí er týdningarmikið at hugsa um hvørt fet, vit taka.
Men um vit hyggja væl niður fyri føtur okkara, vilja vit fáa eyga á vøkru blómurnar, har vaksa. Kanska ikki so stórar, men vakrar. Eisini kunnu vit kanska gleðast um at finna reiður, hóast onkur vil ávara okkum og siga: Haldið tykkum burtur - hetta eigi eg!
Næmingarnir eru sum blómurnar. Um teir hava røttu umstøðurnar, vilja teir vaksa av sær sjálvum. Um vit sum skúli geva teimum røttu umstøðurnar, vilja teir vaksa av sær sjálvum.
Tá ið vit ganga í haganum, hava vit sum oftast sett okkum fyri, at ganga eina ávísa leið. Kanska ynskja vit at náa onkran fjallatind og njóta vakra útsýnið har. Ella kanska ynskja vit at njóta vakran dal, vit ikki hava sæð fyrr, men einans hava hoyrt um.
Fyri at njóta ein gongutúr í haganum til fulnar, hevur tað týdning, at tú hyggur fyri føturnar, sært alt tað vakra rundanum teg, samstundis sum tú gongur fram ímóti málinum, tú hevur sett tær fyri. Ein tílíkur gongutúrur gevur meining, frið og sunna møði. Besta leiðin niðan á tindin er tó ikki altíð tann beina leiðin.
Soleiðis ímyndi eg mær uppgávuna hjá okkum í samanlagda skúlanum í Klaksvík. Formliga eru fyrrverandi skúlin á Ziskatrøð og skúlin við Ósánna lagdir saman. Men skúlarnir skulu eisini leggjast saman skipanarliga og í sinninum hjá fólki. Skúlin skal formliga og í veruleikanum verða ein skúli. Hetta fer at vera mín størsta uppgáva komandi árini.
Saman við tykkum, sum eru í skúlanum og tykkum, sum onkursvegna varða av skúlanum, sum eru í skúlanum vil eg fegin standa á odda at seta eina kós fyri skúlan. Finna eina ynskiliga framtíðarmynd av skúlanum. Finna, hvønn tind vit skulu herja á. Onkur kann kanska halda, at hetta er mín uppgáva, og ikki teirra. Men eg haldi, vit kunnu skapa ein betri skúla, um vit saman finna og binda okkum til eina ynskiliga framtíðarmynd at arbeiða fram ímóti. Øll ynskja vit ein skúla, sum vit kunnu vera glað fyri og errin av. Bæði býráð, skúlastýri, leiðsla, lærarar, foreldur, næmingar o.o. Men fyri at flyta okkum er neyðugt, at vit hála nøkulunda sama veg.
Komandi uml. trý árini verða uttan iva merkt av fyribils loysnum og spjaðing hølisliga. Tað verður ein avbjóðing at samansjóða ein so spjaddan skúla. Men tað hevur størri týdning at taka smá stig fram ímóti málinum enn stór stig í ymsar ættir. Stundum verður eisini sagt, at skúlin býr ikki í bygningum, men millum oyruni á fólki.
Hesi komandi árini hevur tað eisini stóran týdning, at vit í okkara ferð niðan á tindin eisini geva gætur um lítlu blómurnar á leiðini. Í lívinum hevur tað avgerandi týdning, at vit leita eftir blómum heldur enn eftir runu og steinum.
Eg veit, at fyri framman er ein stór og avbjóðandi uppgáva. Eg veit eisini, at eg ikki menni skúlan einsamallur. Men saman kunnu vit skapa ein skúla í Klaksvík, sum vit verða glað fyri og errin av.
Eg kenni meg væl móttiknan her í Klaksvík og gleði meg at arbeiða saman við tykkum øllum her í Norðoyggjum. Eg vil gera mítt ítasta til, at vit fáa besta skúla í landinum, har bæði starvsfólk, næmingar o.o. trívast og mennast.
At enda vil eg takka tykkum øllum hjartaliga fyri móttøkuna!
Takk fyri!