Gott útsýni av Klakki
Føroyar eru vakrar, og tað var sjón fyri søgn mánadagin, tá ið 4. a var uppi á Klakki.
Næmingarnir møttu allir við matpakka og hóskandi klæðum í skúlanum kl. 8:00 og farið varð tá til gongu niðan á Klakk. Dagurin gekk væl, og eisini kom eitt fløgfar, sum fleyg lágt og larmaði illa, sum hugtók næmingarnar einu løtuna.