So vórðu prógvini handað

Í kvøld, 25. juni 2015, var søgulig próvhandan í Skúlanum við Ósánna. Seinastu 35 árini hevur Skúlin við Ósánna handað næmingunum prógv, men í kvøld var seinastu ferð, nú skúlarnir í Klaksvík eru lagdir saman í ein.

Løtan var hugnalig við talum frá lærarum, skúlastjóra, 1. varaskúlastjóra og næmingum.

Leiðsla og lærarar ynskja næmingum og foreldrum hjartaliga tillukku við próvnum og ynskja tykkum alt gott í framtíðini.