Fargen vitjar Skúlatrøð
Í samband við, at 8. og 9. flokkur nú hava um ílegur og ílegutøkni í lívfrøði, var føroyska ílegugranskingarverkætlanin Fargen og vitjaði flokkarnar. Ein sera spennandi verkætlan, sum hevur til endamáls at samla og kortleggja vitan um føroyskar ílegur og ílegusjúkur. Næmingarnir fingu høvið at gera eina lítla roynd, har tey smakkaðu ein lítlan pappírslepa, fyri at vita, um tey smakkað beiskt ella ikki. Føldi tú beiska smakkin, so hevur tú arvað ílegurnar frá báðum foreldrunum fyri beiska smakkinum, og føldi tú hann ikki, so hevur tú antin ikki arvað íleguna fyri beiska smakkinum ella ert tú bert berari av henni. Síðani greiddi Noomi Gregersen verkætlanarleiðari frá Fargen og hvat endamálið við verkætlanini er. Um ílegubroytingar og serføroyskar sjúkur og hvør orsøkin er til, at vit hava hægri títtleika í til dømis CTD og Cystiskari Fibrosu í Føroyum enna aðrastaðni. Sera áhugaverd vitjan.