STROK gevur lesihug
Við nógvum nýggjum og spennandi tilfari, samrøð um, kappingum, ummælum, Blits, Ellubitum, gaman, krossorðum, sudoku og nógvum øðrum er skúlaársins fyrsta STROK aftur gáva til næmingar í 1. til og við 7. flokki.
STROK hevur verið ein túr uppi millum skýggini og práta við Hans Christian um, hvussu tað er at vera flogskipari, við sjónleikaran Hjálmar Dam um at verða happaður, savna saman spennandi og forvitnisligar Ellubitar, spurt børn á Skála, hvat tey gera í summarfrítíðini, og so hava vit fingið bræv frá næmingumí Skálavíkar Skúla.
Eisini kann lesast
- um lív er á Mars?
- um hvat 3. flokkur í Eysturskúlanum hevur sett met í
- um Deyðahavið, sum er um at doyggja
- barnafátækradømi í Føroyum
- um Jógvan í X Facto
Meira er at lesa á strok.fo
Í fleiri enn 55 ár hevur barnablaðið STROK verið ein góður vinur hjá børnum og ungum – og vónandi eisini hjá næmingunum á Skúlatrøð í ár.
Best er, um foreldur flyta pening fyri hald á heimagreiðsluni og viðmerkja: navn á næmingi og flokk.