Vatn og kavaflykrur í 2.d

18. januar 2023

Læraralesandi úr Nuuk í 2.d

Javnan vitja læraralesandi á Skúlatrøð. Eisini vitja læraralesandi úr øðrum londum. Hesar dagar eru tvær læraralesandi úr Nuuk í Grønlandi og undirvísa í 2. d. Tær eita Karina og Ane Grethe.

 

Karina og Ane Grethe hava lært næmingarnar um kavaflykrur.

Næmingarnir hava klipt kavaflykrur úr pappíri og slept teimum á flog ella at sveima. So hava teir tikið tíð, fyri at vita, hvussu skjótt tær sveima.

 

Eisini hava tær læraralesandi lært næmingarnar um heitt og kalt vatn, og hvussu tað heita vatnið vil sleppa uppeftir.

 

Næmingarnir hava eisini sitið og sniðgivið og seymað sína egnu flykru, sum tit síggja á myndunum.

 

Góðir og læruríkir øðrvísi dagar.