Matoyðsl og burðardygd

19. januar 2023

Matoyðsl og burðardygd á breddan í Valskúlanum

Hósdagar er rørsla og umhvørvi á tímatalvuni í Valskúlanum, og hendan kalda hósdagin var tað serliga umhvørvið, sum var í fokus.

Gunnhild Dahl Niclasen byrjaði við einum uppleggi um okkum menniskju og okkara tilgongd til mat og burðardygd. M.a. varð tikið fram, at ein triðingur av øllum framleiddum mati endar sum burturkast - alt meðan nógvir av heimsins íbúgvum líða hungur.

Gunnhild er útbúgvin BA í Stjórnmálafrøði og MA í Human økologi, og hevur saman við systrini Sonnu Dahl givið út bókina “Matur – okkara virðismikla tilfeingi”, sum bæði smá og stór kunnu fáa nógv gott burturúr.

Aftaná upplegg frá Gunnhild og gott kjak um, hvat vit sum einstaklingar og samfelag kunnu gera fyri burðardygdina, fóru næmingarnir í køkin at ganda nógvar spennandi rættir fram. Allar rávørurnar vóru fingnar ókeypis úr handlum í Klaksvík, sum annars høvdu verið koyrdar burtur.

Summi kenna helst til fyribrigdi “dumpster diving”, sum kanska er meira vanligt í londunum rundan um okkum. Tað snýr seg í stuttum um at kava niður í ruskbingjurnar og taka tað, sum enn væl kann nýtast, men sum t.d. vegna seinasta søludato ikki kann seljast.

Næmingarnir fóru hugagóðir til verka og gjørdu saman eitt stórt og vælsmakkandi sjálvtøkuborð. Hetta var bæði bergtakandi at síggja, men samstundis eisini ein ræðandi tanki, at allur hesin góði maturin var á veg í skrell.

Ein góður og læruríkur dagur.

Vit lata myndirnar tala fyri seg.