Sjóvinnuflokkurin á floti í góðveðrinum

1. mars 2023

 

Í góðveðrinum í dag var sjóvinnuflokkurin á floti

Veðrið smittar av á næmingarnar, so lagið var gott, og menn vóru spentir at vita, um okkurt var at fáa úti í fjørðinum, sjálvt um tað ikki er besta fiskitíð í fjørðinum.

8. flokkur hevur sjóvinnu mikudagar, og sigast má, at nógvir mikudagar eru farnir afturum í vetur, har veðrið ikki hevur verið til vildar.

Menn vóru hugagóðir tá kastað varð. Væl stóð niður, nú streymloysið er, men fiskaríið var einki at reypa av, tveir murtar bleiv tað til, so vit komu heim sum av torvheiðum, ongul í reyv. Sum sjómaður er ikki óvanligt, at so er. Sum góðir sjógarpar, so fara vit at royna aftur onkran annan mikudag.

Sjálvt um fiskaríið ikki var nakað at reypa av, so fingu vit ein fínan túr, sum onkur tók til “balsam fyri sálina”

Vit takka manningini á Draganum fyri túrin!