Eldgos - viðkomandi og realistisk

15. mai 2023

Eldgos


Anna og mamma hennara hava verið á kreppumiðstøð og eru nú fluttar í annan bý. Anna er tí flutt í nýggjan skúla og skal byrja av nýggjum. Hon skal finna seg til rættis millum nýggjar floksfelagar og í frítíðini.

 

Anna kemur at fylgjast við Kili, sum gongur í sama flokki sum hon. Tað eru eisini Oskar og Idris. Idris ger parkour, sum er ein ítrótt, har tú brúkar býin sum bana. Hetta kann vera vandamikið, men Anna heldur, at hetta er rættiliga spennandi og er tí onkuntíð saman við Idris.

 

Anna ætlar tað ikki, men hon kemur ov nær sjeikinum hjá Kili Oskar einaferð, tá hon hevur tikið rúsevni. Hetta setur kílar ímillum hana og Kili.

 

Kili verður sjúk av eini kynsjúku, og spurningurin um, um tað man vera Anna, sum hevur smittað hana, stingur seg upp. Kili ger skjótt av og sendir boð gjøgnum sosialu miðlarnar um Onnu. Hvat skal Anna nú gera og hvussu verður hennara samband við Kili og Idris eftir hetta?

 

So er tað eisini pápin, sum altíð sigur okkurt keðiligt um mammu hennara, og hvussu skal hon takla hetta?

 

Hetta eru dagligu trupulleikarnir, sum Anna skal stríðast við. Hvussu man alt spæla av?

 

Søgan gongur fyri seg í Keypmannahavn og lýsir gerandisdagin hjá eini familju, har rúsdrekka og harðskapur eru veruleiki. Søgan lýsir, hvat fleiri ung stríðast við, og hvat høvdið er fult av, eisini í skúlatíðini.

 

Eldgos og tektonisku pláturnar, sum koma fyri í tekstinum eru ein mynd uppá, hvussu sinnið í okkum verður ávirkað av umstøðunum, sum vit liva í.

 

Tað er Zakiya Ajmi, sum hevur skrivað ungdómsskaldsøguna, og Marna Jacobsen hevur týtt úr donskum.

 

Bókin er ikki løtt at leggja frá sær, tí hon er spennandi og har hendir alla tíðina okkurt, sum bindur teg til bókina. Eisini tí, at teksturin er lættur og luftigur á síðuni og bókin er skjót og løtt at lesa. Hon er býtt upp í nógvar stuttar partar.

 

Eldgos er ein realistisk ungdómsskaldsøga. Hon er givin út í 2023 og er tí ein viðkomandi og tíðarhóskandi skaldsøga, sum egnar seg væl til 7. flokk og eldri.

 

Bókavørðurin gevur bókini eitt gott ummæli og vil mæla ungum til at lesa hana.