Ein himmal fullur av skýggjum - viðkomandi og stuttlig
Ein himmal fullur av skýggjum
Henrik er 11 ára gamal og hevur júst fingið verðsins ringastu tíðindi frá læknanum. Nú hevur hann ikki nógva tíð eftir, men hann vil ikki spilla hana burtur. Í somu stund, sum boðini koma frá læknanum, fær Henrik eitt nýtt endamál við restini av sínum stutta lívi. Hann skal bjarga heiminum!
Henrik sær sína sjúkrastøðu sum ein minni trupulleika enn ta sjúkuna, sum hevur rakt heimin. Fólk eru ikki góð við umhvørvið, og tað má hann gera nakað við. Hann setir tað størsta og villasta bjargingarátakið nakrantíð í gongd.
Á spennandi ferðini við sær fær hann Sofíu, dóttir Vibeku forsætisráðharran. Kanska hann fær ávirka forsætisráðharran so mikið, at hann kann gera mun. Ferðin er ikki bara spennandi, men ein ógloymandi ferð, sum kann broyta gamla vanahugsan um umhvørvið. Eisini hendir nógv innan læknavísindi og gransking.
Bókin er stuttlig, viðkomandi og tíðarhóskandi. Evnið er umhvørvi og náttúra og at hava foreldur, sum ikki liva saman. Bókavørðurin vil viðmæla ungum frá miðdeild og eldri at lesa bókina.
Bókin er býtt í partar, er 217 síður við luftigum og løttum teksti.
Tað er Arne Svingen, sum hevur skrivað og Vagnur Streymoy týddi úr norskum. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2023.