Ódjór - viðkomandi ræðusøga - eitt talgilt ummæli

1. juli 2023

Ódjór

 

“Fyri bara nøkrum vikum síðani hevði hon sitið einsamøll í hesum trænum. Alt hevði verið so nógv einfaldari tá. Ein genta í einum træi. Eingin, sum sá hana. Eingin, sum kravdi nakað av henni. Eingin, sum skuldi bjargast. Einki. Eitt stórt rungandi einki.

Tað var løgið at hugsa sær, at tað var hon, tann sama Asta, sum nú sat í trænum.

Hon andaði ta svalligu luftina djúpt niður í lunguni og royndi at sissa tankarnar.

Nú mátti tað henda, sum mátti henda.Tað var eingin vegur aftur.

Hon fór spakuliga á føtur. Læt seg úr klæðunum og smoygdi seg í vátdraktina. Síðani læt hon seg í tey vanligu klæðini uttan á draktina.”

 

Asta er ein púra vanlig genta, sum býr og gongur í skúla í Havn. Pápin situr í býráðnum og er ógvuliga spentur uppá, at Havnará nú skal opnast aftur.

Asta er í einari tvístøðu, tí hon og vinkonan í gula anorakkinum hava eitt loyndarmál, sum pápin og onnur onki vita um.

Tað nyttar onki at siga pápanum loyndarmálið, tí hann hevði ikki trúð henni kortini, men loyndarmálið er svarið uppá nógvar hendingar í býnum seinastu tíðina, so sum jarðskjálvta og vatnflóð.

Asta og Lóa gerast góðar vinkonur og fáa Una í flokkinum at hjálpa sær í loyniliga stríðnum, sum má vinnast, áðrenn áin verður sprongd upp.

 

Um bókina

Tað er Silja Aldudóttir, sum hevur skrivað ræðusøguna.

Myndirnar hevur Bárður Dal Christiansen teknað.

Bókin hevur góðan málburð og setningsbygnað og er skjót og løtt at lesa. Hon viðger vinalag, einsemi og loyndarmál.

Bókin er 156 síður og er býtt upp í 18 partar og einum eftirparti.

Málsliga og innihaldsliga egnar bókin seg til miðal lesaran í miðdeild.

Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum gav út í 2022.

 

Bókavørðurin vil viðmæla bókina, tí hon er spennandi frá byrjan til enda.

Hon gongur fyri seg í Føroyum og fyri ein part undir býnum Tórshavn.

Hon er viðkomandi at lesa beint nú, tí býráðið í Havn arbeiðir í løtuni við at leggja Havnará opna.

Tað verður spennandi, hvat kemur fyri dagin, tá áin verður opnað.