Fagrir firvaldar á ferð
7.d hevur havt vitjan av føgrum firvaldum í dag.
7.d hevði lívfrøði í dag, og í tí sambandi hevði ein av næmingunum nakrar Admirálar við í skúla. Admirálarnir vóru fangaðir sum ormverur í Norðagøtu fyri 14 døgum síðani, har teir vóru millum brenninotur.
Tað vóru tær báðar systrarnar Eyðhild í 7.d og Krisfríð í 3.b, sum høvdu tikið brenninøturnar heim og lagt tær í ein kassa við filmi útyvir. Hylkini hava ligið í kassanum saman við brenninotunum í nakrar dagar, til teir komu úr hylkinum sum litfagrir firvaldar fyri nøkrum døgum síðani og hava teir eisini flogið frælsir heima hjá systrunum, til teir vóru fangaðir fyri at koma í skúlan.
Sambært bókini “Firvaldar”, eftir Jens Keld Jensen og Hans Eli Sivertsen, varð Admirálur fyrstuferð skrásettur í Føroyum í 1923. Admirálur er vanligur ferðafirvaldur í Álvaættini. Hann hevur vetrarvist í Suðureuropa. Tíðliga á vári flýgur hann norðureftir og verpur í noturnar.
Hetta er lívfrøði í verki.
Ein føgur vitjan :)










