Spæliliðið í okkara skúla
Spæliliðið í okkara skúla
Fríggjadagin í seinastu viku vóru nakrar gentur úr 6. flokki á skeiðnum Spæliliðið í tykkara skúla. Genturnar hava nevniliga játtað ella meldað seg til at verða við í spæliliðnum á Skúlatrøð.
Endamálið við skeiðnum er at geva næmingum í 6. og/ella 7. flokki ábyrgd og læra at spæla saman við yngru næmingunum í fríkorterinum. Spæliliðið skipar aktivitetir í fríkorterinum, so næmingarnir eru virknir, røra seg í spæli og hava tað stuttligt saman.
Á skeiðnum var endamálið við spæliliðnum lýst, og luttakararnir royndu ymisk kend og ókend spøl. Eisini var víst á, hvussu spæliliðið kundi koma í gongd á skúlanum. Skeiðið var skipað í tøttum samstarvi við AKT-felagið og SSP.
Á Skúlatrøð skipar Spæliliðið fyri spølum týsdagar og fríggjadagar klokkan 11:35

















