Til heimini - Skúlagongdin komandi tíðina

17. mai 2024

Saman við kommununi hava vit nú hugt at skúlanum, og eru komin til ta niðurstøðu, at hølini í mið- og hádeildini vegna vantandi vasking ikki kunnu nýtast longur, men grunddeildin kann vera í skúla ein dag afturat.

Skúlavirksemið verður ikki niðurlagt, men verður tillagað soleiðis:

 

1.- 3. flokkur

Týsdagin 21. mai er grunddeildin í skúla sum vanligt. Um verkfallið heldur fram, mugu vit tó finna eina aðra loysn. Sama er galdandi fyri serdeildina við Ósánna. Tit fáa nærri kunning um hetta týsdagin.

 

4. - 6. flokkur

Frá 21. mai eru næmingarnir í miðdeild heima og skúlauppgávur verða lagdar á heimasetningin. Hava næmingarnir tørv á teldu, seta teir seg í samband við flokslærararnar.

 

7. - 10. flokkur

Mikudagin 22. mai verða skrivligar próvtøkur hjá 9. og 10. flokki, sum vanligt.

 

Skrivligu ársroyndirnar hjá 7. og 8. flokkunum verða framskundaðar til somu dagar sum próvtøkan hjá 9. og 10 flokki. Royndirnar verða tiknar heimanífrá og avgreiddar á wiseflow. Tíðarkarmurin er tann sami, sum hjá 9. og 10. flokki. Sí nærri kunning á heimasíðu skúlans.

 

Týsdagin 21. mai kunnu næmingar í 7. og 8. flokki, sum hava tørv á teldu, møta í floksstovunum millum kl. 10:30 og 11:30. Flokslærarin flýggjar teldurnar út.

 

Skúlagongdin hjá serdeildini á Ziskatrøð verður skipað eftir nærri avtalu.

 

Um verkfallið endar, verður vent aftur til vanliga gerandisdagin eftir nærri boðum.

 

Vinaliga

 

Vagn Foldbo, skúlastjóri