Kassen under sengen - talgilt bókaumæli

23. mai 2024

Kassen under sengen

Lesur tú qr-kotuna á næstu myndini, so kanst tú hoyra bókaummælið upplisið.

 

Kassen under sengen er um 12 ára gomlu Noru. Nora er vinkona við Sille og Amina, sum eru nakað vaksnari enn hon, hóast tær eru javngamlar. Tað virkar í øllum førum so, at tær eru vaksnari, tí tær snakkað bara um tá tær verða 13 ár. Tær smyrja seg og hugsa nógv um dreingir.

 

Nora hevur ein kassa undir seingini, sum ongin má síggja. Á kassanum stendur:

FORBUDT! GÅ VÆK!

 

Kassin hevur nógv at siga fyri Noru, men tað mugu vinkonurnar ikki vita. Hon vil ordiliga gjarna goyma kassan heilt burtur, men hon er ikki klár enn. Hon má hyggja í hann av og á.

 

Tað kemur ein nýggj genta í flokkin, sum eitur Elin. Allar genturnar dáma Elin og so líðandi kennir Nora seg uttanfyri. Ein dagin kemur Sille inn í kamarið hjá Noru og sær kassan. Nú er Nora bangin fyri, at Sille fer at siga øllum um kassan.

 

Les bókina Kassen under sengen og finn út av, hvussu víðari gongur hjá Noru og hinum gentunum í flokkinum. Kanska tú kennir teg aftur í onkrum, sum hendir fyri genturnar?

 

Bókin er á donskum og væl egnað til miðdeild. Hon er kanska serliga væl egnað til gentur.

Bókin er skjót og løtt at lesa.

Bókin er 45 síður og býtt upp í 19 kapitlar.

Stavirnir eru stórir og síðurnar eru luftigar.

Bókin er ein bók í bókarøðini #Medium, sum er ein røð av lættlisnum donskum bókum til miðdeild.

 

Tað er Mette Klint, sum hevur skrivað bókina og tað er forlagið Turbine, sum gav bókina út í 2023.

 

Bókavørðurin vil avgjørt viðmæla bókina!