Vinur mín Sjórænarin

24. mai 2024

Vinur mín Sjórænarin

 

12 ára gamli André flytir til abbabeiggja sín at búgva, eftir at foreldrini doyðu í eini ferðsluvanlukku. Abbabeiggin er rokaligur, drekkur romm og hevur klaffa fyri eygað, og tí kallar André hann bara fyri Sjórænarin.

 

Eftir at André er fluttur til Sjórænaran at búgva, gongur hann minni og minni í skúla, men tekst við ymiskt saman við Sjórænaranum.

 

Men so verður Sjórænarin álvarsliga sjúkur og André vil ikki eisini missa hann, so hann vil finna honum hjálp.

 

Einaferð, tá Sjórænarin fortelur André søgur frá farnum tíðum og um gamla vinin Bátsformannin, sum hevði lekjandi evnir, fær André eitt hugskot. Hetta hugskotið krevur, at teir fara til verka, og at Sjórænarin má arbeiða, hóast hann er sjúkur.

 

Teir leggja frá landi í Norra yvir um hav til Trinidad, tí har er hjálp at finna, heldur André. Har er hjálp at finna, men ikki júst so sum André hevði væntað, og alt verður øðrvísi enn André hevði sæð fyri sær.

 

Vilt tú hoyra meira um ferðina hjá André og Sjórænaranum til Trinidad, les so bókina.

 

Og tímir tú at lesa um ein drong, sum hevur nógv at hugsa um í gerandisdegnum, alt frá sjúku og deyða til skúla, men tekur vónríkur móti hvørjum degi, so er bókin Vinur mín Sjórænarin eitt gott boð.

 

Bókin er skemtingarsom, hendingarrík, spennandi og realistisk við eitt sindur av fantasi.

Bókin er løtt at lesa og egnað til tey eldru í miðdeild.

 

Tað er Ole Kristian Løjning, sum hevur skrivað

Bergur Rasmussen hevur týtt

Bókin er 181 síður og er býtt í 35 partar

Nakrar tekningar eru í bókini, sum Ronny Haugeland hevur gjørt. Hann hevur eisini gjørt permumyndina.

 

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út í 2023