Móttøka fyri Jónleif Johannesen, skúlastjóra
Í dag var móttøka fyri nýggja skúlastjóranum Jónleif Johannesen.
Til móttøkuna vóru starvsfólk á Skúlatrøð, familjan hjá Jónleif, umboð fyri hinar fólkaskúlarnar í Norðoyggjum, skúlastýrið á Skúlatrøð og Klaksvíkar kommunu.
Bjørn Kalsø 1. varastjóri bjóðaði vælkomin, síðani varð sangurin hjá Karstin Hoydal, Landið, eg bar við mær, sungin við undirspæli frá Eyðbjørn Jacobsen.
Lena í Buð, forkvinna í skúlastýrinum og Karl Johansen, borgarstjóri høvdu eina heilsan til nýggja stjóran, áðrenn stjórin sjálvur fekk orðið. Hann hevði eina góða røðu og takkaði fyri góðu móttøkuna, hann longu hevur fingið. Hann tók nøkur viðurskifti fram, sum eru umráðandi fyri ein góðan skúla, sum eftir fólkaskúlalógini skal menna næmingarnar fakliga, persónliga og til møguleikarnar í felagsskapinum.
Til endans tók Rannvá Joensen samanum og siteraði eina reglu úr sanginum hjá Steintóri Rasmussen, Kærleikin er størsta boðið, áðrenn vit at enda sungu henda vakra sangin.
Løtan var góð, og vit gleða okkum til eitt lovandi skeið við Jónleif Johannesen sum skúlastjóra.
Hjartaliga til lukku við nýggja starvinum og hjartaliga vælkomin á Skúlatrøð.