Stuttligar søgur úr 4. flokki
Her eru tvær stuttligar søgur frá næmingum í 4.d
Karl og Anton ganga í 4.d á Skúlatrøð, og teir hava skrivað stuttligar stuttsøgur í einum føroysktíma. Flokkurin fekk 20 minuttir til at skriva eina søgu, og íblásturin skuldi koma frá myndini Matliga Mia hjá Edward Fuglø.
Matliga Mia
Einaferð var tað ein genta, sum æt Mia, og hon var so kedd, at hon græt og græt og græt. Hon græt so nógv, at hon fylti ein heilan svimjihyl við vatni. Og tá hon var liðug at gráta, vóru omman og abbin so glað, at tey fóru at svimja. Og tá tey vóru liðug, var tað so seint, at klokkan var 5 minuttir í hálvgum 5 UM NÁTTINA! Tá fóru tey í song. Og tá tey vaknaðu aftur, var klokkan 12, og tey skuldu í føðingardag kl 12. So fóru tey í føðingardag og har fingu tey sær døgurða og kaku.
Karl
Matliga Mia
Einaferð var tað ein genta, sum búði hjá abbanum, saman við sínum 5 ára gamla beiggja. Miu dámdi alt. Ein dagin, tá Mia kom heim úr skúlanum, hevði hon gloymt matpakkan, og hon var ræðuliga svong. Hon segði við abban: Eg kundi etið ein heilan hest. Beint tá kom ein hestur framvið, og Mia át hann. Abbin varð rættuliga bangin, og næstu løtu át Mia bæði abban, beiggjan og allar seyðirnar hjá abbanum, øll trøini í havanum, og so át hon alla jørðina - og nú flýtur hon í rúmdini, og alien halda hana vera eina livandi planet.
Anton.
Vit takka Karl og Anton fyri hesar stuttligu og góðu stuttsøgurnar.