Felagsforeldrafundur 7. oktobur

6. oktober 2024

Mánakvøldið 7. okt. kl. 19.00 verður felagsforeldrafundur í miðhøllini á Skúlatrøð. Hesi evni verða á skrá.

Fyrilestur við Eyðvør Klakkstein frá Mente,  sum ber heitið " At hava menningarhugburð".

"Skúlastýrisval og meginreglur fyri skúlastýrisarbeiðið". Jenny Lydersen frá Barna-og Útbúgvingarmálaráðnum greiðir frá.

Brá og Bjørg, næmingaráðsumboð í 8. fl. greiða frá næmingaráðsvalinum og næmingaráðsarbeiðinum á Skúlatrøð.

 

Skúlastýrisval verður 12. nov. 2024,  og er fundurin eitt gott høvi at seta seg inn í viðurskiftini, sum skúlastýrið arbeiðir við.