Hoyrir tú mun?
Hoyrir tú mun?
Hevur tú givið tær far um, um nakar ljóðmunur er, tá kókandi heitt vatn verður oyst í krúss, og tá kalt vatn verður oyst í krúss?
Áðrenn vit fara at kanna munin á ljóðinum, skulu vit hyggja at vatni í ymsum formum.
Næmingarnir í 6.d fingu ein ísterning í part á borðið framman fyri seg. Ísterningarnir á borðinum tiðnaðu skjótt, og vatnið rann frá. Hitin í rúminum smittaði ísterningarnar. Skjótt var alt ein hylur – ísterningurin var blivin flótandi.
Ísur, vatn og dampur er alt sama evni, men í ymiskum formum. Vatn er sett saman av vatnmýlum, sum hevur formin H2O. Vit hava altso H2O-mýli í føstum formi, flótandi formi og í sveimandi formi - dampi.
Tá vatnið er fryst og hevur fastan form, so flyta mýlini seg varliga aftur og fram.
Tá ísurin verður útsettur fyri hita og byrjar at tiðna, so fara mýlini at flyta seg skjótari, men hanga tó saman og verða til vatn.
Tá vatnið verður útsett fyri høgum hita upp til 100 0C, kemur meira ferð á mýlini, tey loysna frá hvørjum øðrum og verða til damp.
Ein kundi trúð, at mýlini liggja still, tá tey eru fryst, men ikki fyrr enn tey eru fryst niður í -273 0C liggja tey still. Tí verður sagt, at absolutta nullpunktið hjá vatnið er -273 0C.
Tá vit fáa okkum at dekka antin tað er kalt vatn ella kókandi heitt vatn, so hugsa vit ikki so nógv um ljóðið, sum kemur frá vatninum, men hevur tú nakrantíð givið tær far um, um nakar ljóðmunur er, tá kókandi heitt vatn verður oyst í krúss, og tá kalt vatn verður oyst í krúss?
Tú kanst hyggja og lurta eftir filmsbrotinum niðanfyri, sum varð tikið upp inni í 6.d, meðan næmingarnir har sótu sum á nálum, fyri at lurta og vita, um teir hoyrdu nakran mun.
Ferðin á mýlunum økist, tá hitin veksur, og ein undrandi spurningurin kann tí vera, um mýlaferðin kann ávirka ljóðið, sum kemur frá vatninum.
Tá vit hita vatnið, so fara mýlini at røra seg skjótari, tey fáa meira rørsluorku av hitanum. Hetta ger, at mýlini fara við skjótari ferð fram við hvørjum øðrum og loysast nakað frá hvørjum øðrum. Hetta ger vatnið tynri, og tá vatnið er tynri, so broytist ljóðið, tá vatnið rakar eina yvirflátu.
Ein kann siga, at kalda vatnið ljóðar snjalt og hart, meðan heita vatnið ljóðar runt og bleytt.
So næstuferð tú ert í vatni ella tekst við vatn og kókandi vatn, gev tær so far um, hvussu temperatururin á vatninum ávirkar ljóðið, sum kemur frá tí.
Hoyrdi tú mun?