Sjóvinnuflokkur á floti

29. oktober 2024

Sjóvinnuflokkur á floti 


Í gjár var sjóvinnuflokkurin í 8. árgangi á Skúlatrøð á floti. Næmingarnir vóru hugagóðir, og veðrið var av tí besta - tó nakað kalt.

Nakað var at fáa, og vit valdu tí at taka fiskin við okkum aftur á Skúlatrøð, har vit hava skorið fiskin til flak og gjørt ein betri bita burtur úr tilfeinginum.


8.d hevur í dag skorið flak og etið døgurða. Um lúnningina, inn í køkin og á tallerkin er ein sonn innløgumentan, ið vit ynskja at varðveita.

Næmingarnir í 8.d fingu ein vælsmakkandi døgurða saman. Ein lærurík og hugnalig løta - bæði á sjógvi og á landi. 

Vit takka Dragamonnunum fyri túrin!

 

Sjóvinnuflokkurin og 8.d