Samrøðubólkar fyri børn í 4. - 6. fl.

19. november 2024

Góðu foreldur!

í ár er møguleiki hjá børnum, hvørs foreldur eru farin hvør frá øðrum, at koma í samrøðubólk.

Á Skúlatrøð leggja vit stóran dent á, at børnini trívast og hava tað gott, og ynskja vit at gera nakað munagott fyri at tryggja hesum.

Hjúnaðarskilnaður er ein av teimum avbjóðingunum, ið nógvar familjur møta í dag. Alt fleiri børn í Føroyum uppliva, at mamman og pápin fara hvør frá øðrum, áðrenn tey eru 18 ár. Familjubrotið førir fyri tey flestu, til eina stóra sorg og nógvar tankar. Óansæð um hjúnaðarskilnaðurin hevur verið lagaligur ella merktur av stríði, vísir tað seg, at børnini ganga runt við nógvum ósvaraðum spurningum, ið tey høvdu havt gleði av at práta um í einum tryggum og óheftum umhvørvi.

Á Skúlatrøð hevur valt at gera nakað ítøkiligt við hetta. Heilsufrøðingarnir Elin og Sigrun og AKT – lærarin Beinta Vang hava tí verið á skeið, har tær hava tikið eina útbúgving hjá “Center for Familieudvikling”, ið at hava samrøðubólkar fyri børn, hvørs foreldur eru farin hvør frá øðrum. Í bólkinum fáa børnini møguleikan at seta orð á tankar og kenslur viðvíkjandi skilnaðinum við javngomul, ið eru í somu støðu. Tað vísir seg, at børn hava verið sera glað fyri samrøðubólkarnar.

Tað er tagnaðarskylda í bólkinum. Tað vil siga, at bólkaleiðararnir ikki bera persónligar upplýsingar víðari til onnur, hvørki skúlaleiðslu ella foreldur. Samrøðubólkurin er ætlaður at vera eitt fyribyrgjandi tilboð. Talan er ikki um terapi, men heldur at geva børnunum møguleikan at seta lívsumstøður sínar í eitt størri høpi og geva teimum ítøkilig amboð at handfara sínar kenslur og hugsanir. Kanningar vísa, at børn læra sera nógv av at spegla sær í javngomlum.

Samrøðubólkurin er eitt stað, har tey fáa høvi at hitta onnur, ið hava upplivað nakað líknandi, og kann hetta geva teimum eina kenslu av, at tey ikki eru einsamøll ella øðrvísi. Samrøðubólkurin hittist eftir skúlatíð eina ferð um vikuna í 8 vikur, 1½ tíma hvørja ferð. Bólkurin byrjar í desembur 2024.

Tilboðið um luttøku í samrøðubólkinum fevnir um øll børn, hvørs foreldur eru farin frá hvør øðrum, og er sostatt ikki treytað av, um skilnaðurin fór fram fyri stuttari tíð síðani ella fyri mongum árum síðani. Tilboðið hesuferð er til børn í 4-6 flokki.

Tey, ið vilja vera við, kunnu skriva til sigrunh@gigni.fo  ella elins@gigni.fo  ella beinta.vang@skulin.fo  ella ringja á tlf. 562373 (Elin) ella tlf: 562395 (Sigrun), ella 226789 (Beinta). Seinasta freist at melda seg til er fríggjadagin 29. novembur 2024.

Møguleiki er at lesa um “Center for familieudvikling” á www.familieudvikling.dk  Um tit hava spurningar ella viðmerkingar, eru tit vælkomin at venda tykkum til bólkaleiðararnar.

 

Vinaliga

Skúlin á Skúlatrøð