Kvinnulandsliðið í hondbólti vitjar á Skúlatrøð

20. november 2024

Kvinnulandsliðið á vitjan

 

Kvinnulandsliðið, sum skal umboða Føroyar til EM-endaspælið í Sveis, var og vitjaði á Skúlatrøð í morgun. Hetta er partur av vitjanum teirra á skúlum runt í Føroyum.

Tá spælararnir høvdu greitt næmingunum frá um kappingina og venjing og svarað spurningum, fingu næmingarnir eina plakat, har teir kundu fáa autografin hjá spælarunum áskrivaðan. Tað vóru næstan allir næmingar, sum ynsktu sær autografar, so hetta tók eina góða løtu, men hugaligt var. Onkur næmingur hevði tikið sína hondbóltsblusu við og fekk spælararnar at skriva autografin á blusuna.

Áðrenn kvinnuligu hondbóltsspælararir komu inn, spældi skúlahornorkestrið og tók ímóti teimum við góðum hornspæli, so rómurin var góður, tá tær komu gangandi oman gjøgnum trappurnar í miðhøllini, meðan øll klappaðu. Skúlahornorkestrið verður bara betri og betri. Tey duga rættiliga væl og tað ljóðar so væl hjá teimum.

Eitt sindur rokaligur og øðrvísi fyrrapartur á Skúlatrøð í morgun, men øðrvísi dagar skulu til, fyri at skúladagurin skal vera meiri fjølbroyttur og áhugaverdur.