Fráfaringarløta fyri Rannvá Joensen

25. januar 2025

Fráfaringarløta fyri Rannvá

 

Fríggjadagin var fráfaringarløta fyri Rannvá Joensen, varaskúlastjóra. Rannvá hevur arbeitt sum lærari í 37 ár, fyrst í Haraldsundi og síðani í Ósaskúlanum og nú á Skúlatrøð.

 

Tað var nógv fólk samlað til fráfaringarløtuna, sum var í nýggju miðhøllini. Skráin var drúgv og fleiri vóru, sum á ymsan hátt vildu bera Rannvá eina heilsan, nú hon fer frá.

 

Skúlastjórin Jónleif Johannesen bjóðaði vælkomin og síðani vóru fleiri røður hildnar. Jónleif Johannesen fyri Skúlatrøð, Lena í Buð fyri skúlastýrið, Karl Johansen fyri Klaksvíkar kommunu, Vagn Foldbo fyri Undirvísingarstýrið og Jórunn Høgnesen fyri starvsfólkini á Skúlatrøð. Fiona Parker bar eisini eina tøkk fram vegna skúlahornorkestrið. Eisini vóru gávur handaðar.

 

Fleiri sang og tónleikainnsløg vóru eisini. Skúlahornorkestrið spældi eitt lag, so ein sangur frá kvinnuliga lærarakórinum, vakri sangurin, sum hevur so nógv at siga fyri Rannvá, Gakk tú tryggur, varð sungin av kórinum, sum var uppsett til høvið og til endans eitt innslag við Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe.

Til seinast takkaði Rannvá fyri tíðina og føgru orðini, og øll vórðu boðin til smyrjibreyð og lagkøku í matarhøllini.

 

Ein fráfaringarløta merkt av gamni, lívsins álvara og takksemi.

 

Vit ynskja Rannvá Harrans signing og alt tað besta í pensjonistatilveruni saman við sínum kæru.