Ung og lívið - SSP á Skúlatrøð

31. mars 2025

Ung og lívið - SSP-tiltak á Skúlatrøð

 

Í síðstu viku var stóra SSP-tiltakið Ung og lívið á Skúlatrøð. Tiltakið Ung og lívið var fyri 7. og 8. flokk.  

Um onkur ikki veit, hvat SSP er, so er tað ein tvørfaklig samstarvsskipan millum fakbólkarnar Skúla, Sosialar myndugleikar og Politiið.

 

Endamálið hjá SSP er at “samskipa og fremja felags fyriskipanir, sum skulu fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði millum børn og ung.”

 

 

Sambært heimasíðuni hjá SSP, so er endamálið við tiltakinum, “at savna øll hesi ungu og skapa karmar fyri, at tey fáa góðar upplivingar saman og styrkja felagsskapir, sum partur av fyribyrging.”

Tit kunnu vitja heimasíðuna hjá SSP her og lesa meira um stóra arbeiðið, sum SSP ger.

 

Tiltakið Ung og lívið er ein samanseting av fyrilestrum og verkstovum. Skráina síggja tit á mynd nr. 3.

 

Tá fyrilestrarnir vóru lidnir, varð kunnað um ymisku verkstøðini, og næmingarnir trektu síðani lut um verkstøð. Á skránni vóru smákappingar í Badmintonhøllini og verkstøðini kurvabóltur, judo, dansur, talv og rógving.

 

Dagurin eydnaðist sera væl í allar mátar og endaði við einum braki, har Attika spældi eina konsert.

 

Her fáa tit ein samandrátt av degnum í myndum.