Páskagudstænastan og páskaboðskapurin
Krossurin tómur. Grøvin er tóm. Jesus reis upp, og hann livir.
Í dag eru skúlarnir farnir í páskafrí.
Í nógv ár nú, hevur siður verið hjá grunddeild at fara til páskagudstænastu, áðrenn skúlin fer í páskafrí, og tað gjørdu tey eisini í morgun.
Øssur Kjølbro hevði gudstænastuna og greiddi frá páskaboðskapinum við ímyndum, sum umboðaðu páskaboðskapin. Ímyndirnar vóru í einum stórum skríni, sum sá út sum ein bíblia og stóð á gólvinum.
Øssur greiddi frá um pálmasunnudag við kongakrúnuni, um skírisdag við kaliki, diski og fati til at tváa føturnar, um langa fríggjadag við krossinum og um páskadag og uppreisnina við einum tómum eggi.
Í filmsbrotinum syngja børnini Faðir fylg mær henda dag, Rita navn títt mær í hjarta og Á Golgatá var ein krossur.
Vit vilja ynskja øllum eina góða páskafrítíð og einar gleðiligar páskir. Síggjast aftur týsmorgunin klokkan 8.00.
"Krossurin tómur. Grøvin er tóm. Jesus reis upp, og hann livir."










