Virkið vár - eisini á Skúlatrøð
VIRKIÐ VÁR - eisini á Skúlatrøð
Í døgunum 25. apríl - 04. mai hevur Klaksvíkar kommuna skipað fyri Virkið vár. Hetta hevur verið ein vika, har nógv hevur verið á skránni til allar aldursbólkar, og so hevur veðrið eisini verið avbera gott.
Skúlaflokkar hava verið úti og virknir hesa vikuna. Næmingar hava verið úti í Grøv og gjørt rørslupostar og onkur hevur fingið undirvísing um víkingatoftir. Nøkur hava verið rundt allan býin og gjørt eina virkna spurnarkapping, og næmingar í lærugreinini útilív vóru ein túr uppi á Kjøli í góðveðrinum.
Innskúlingin varð bjóðað í Varpið at síggja Gandafloytan eftir Mozart, sum Birita Adela hevur umskrivað til stuttsøgu. Hon las søguna fyri børnunum, meðan operetturnar, sum eru skúlanæmingar, sungu og spældu.
Gallarí á Stongunum bjóðaði til List í barnahædd, og har varð eisini væl vitjað. Ein listaframsýning, har fleiri hundrað barnatekningar vórðu sýndar fram. Tey smærru børnini sluppu at royna seg sum listarfólk, og nøkur tónleikainnsløg vid barnasangum vóru eisini.
Hetta var ein væl skipað vika hjá Klaksvíkar kommunu, og vit eru takksom at vera við.

































