Framsýning hjá Listabreytini
Valskúlin hevur partvís undirvísing í breytum og ein av hesum breytum er Listabreytin.
Listabreytin hevur undirvísing hvønn fríggjadag frá kl. 08 - 13.15.
Í ár hava einans gentur verið á holdinum, men onnur ár hevur holdið verið blandað við gentum og dreingjum.
Í Listabreytini verður nógv ymiskt gjørt, og oftast verða ein til tvær vikur brúktar til hvørt evnið. Næmingarnir fáa kunning, oftast eina bundna uppgávu og eina fría uppgávu.
Hendan listaframsýningin er endauppgávan hjá næmingunum, har uppgávan var at skapa eitt listarverk, sum lýsti listafólkið sjálvt. Eisini skuldi greiðast frá, hvør hugsanin aftanfyri listarverkið var, og hvat tilfar og hvør arbeiðsháttur var brúktur. Ein treyt var eisini, at arbeiðshættir og teknikkur, sum vóru lærdir í breytini, skuldi brúkast.
Næmingarnir hava brúkt tvær vikur uppá uppgávuna, tvs 12 skúlatímar. Tað stóð næmingunum frítt at velja, hvørja listagrein teir valdu.
Í ár hava vit arbeitt við máling, tekning, linoleumsprent, gelprent, seyming/sniðgeving, leir og glas. Umframt tað, so hava vit vitja á Listasavninum.
Sum vit síggja, so eru verkini ymisk við ymiskum listarligum arbeiðsháttum og teknikkum.
Grundgevingin fyri motivi, arbeiðshátti og teknikki eru áhugaverd, tí tey eru sett í samband við persónligu søgurnar hjá næmingunum.
Vakurt, kreativt og hugtakandi.













