Løta í hugsavnan
15. mai 2025
Hugsavnan og skapan
Evnið í støddfrøði var at byggja mynstur og gera reglur hartil at rokna eftir. Fyri at gera hetta greiðari og ítøkiligari og lættari at skilja, so fingu næmingarnir litaðar pinnar at byggja við. Eitt gott og fitt amboð fyri at fremja læringina.
Tá hetta so var gjørt og uppgávan var loyst, kom lærarin fram til borðið hjá kreativa næminginum, sum ikki hevði lagt pinnarnar frá sær, men hugsavnaði seg fult um, hvussu hann kundi byggja okkurt við hesum fáu pinnunum.
Stuttligt at síggja, at hann hevði bygt eina konstruktión, sum var sjálvberandi, so at hann bert við at taka í ein pinn, fekk alt byggiverkið upp við.
Skapandi, lærandi og uppbyggiligar støður, sum vit fegin vilja síggja fleiri av.

