Seinasti undirvísingardagur hjá 9. og 10. flokki
20. mai 2025
Seinasti undirvísingardagur
Í dag var seinasti undirvísingardagur hjá 9. og 10. flokki, og dagurin var skipaður øðrvísi enn vanligir dagar.
Tá klokkan var farin av hálvgum níggju, komu næmingar í 10. flokki út í skúlaflokkarnar at undirvísa í ein lítlan hálvan tíma.
Síðani varð skipað fyri undirhaldi í skúlagarðinum. Eftir tað, var farið yvir á vøllin, har dystur var millum næmingar í 10. fl og lærararnar. Dysturin endaði 5-4 til næmingarnar.
Veðrið var av tí besta til ein slíkan dag.
Her eru nakrar myndir frá degnum og eitt video, áðrenn dystarbyrjan.




































































