Í góðveðrinum seinastu dagarnar

23. mai 2025

Í góðveðrinum seinastu tíðina

Seinastu dagarnar og vikurnar hevur verið frálíka gott summarveður, og tað hevur eisini merkt skúlagongdina. Flokkar hava verið seturskúla og dagstúrar og upplivað okkara land frá síni bestu síðu.

 

Vit hava fingið nøkur orð og nakrar myndir frá túrum, sum flokkarnir hava verið.

15. mai var 7.a á Skarði saman við flokslærarunum. Vit sóu sjálvandi minnisvarðan yvir teir, ið lótu lív í bátsvanlukkuni í 1913. Síðani sungu vit eisini tjóðsangin í toftini, har Símun av Skarði var føddur, áðrenn vit fóru heim aftur.

Alt í alt ein strævin, men deiligur túrur í fagrasta veðri.

 

Ein av góðveðursdøgunum legði 8.a vanligu undirvísingina til síðis og leitaði sær ístaðin út í dunnuhylinum úti í Grøv. Við sær høvdu tey svimjiklæðir og eingangsgrillir. Úti í Grøv var sum í einum potti og hugnaði flokkurin sær saman ein heilan seinnapart.

Viðarlundin úti í Grøv er ein sonn perla og eisini ein góð áminning um, at ikki er neyðugt at leita so fjart fyri at finna sannar gimsteinar. 

 

Ósá 2 var eina góða útferð norðuri í Depli, har tey hugnaðu sær og spældu í vøkru náttúruni.

 

Dreingirnir í 2. flokki vóru úti í Grøv og høvdu ítrótt. Teir ótu eisini matpakkan har úti; tað er serliga hugnaligt at eta úti í vøkru náttúruni.

 

Í vikuni var 6.d í Fuglafirði. Vit fóru fyrst í skúlan og fingu loyvi at brúka vesini har, so gingu vit til standmyndina av Victor Danielsen. Síðani fóru vit inn í Haraldsen at keypa og restina av túrinum vóru vit á sandinum og hugnaðu okkum óført. Har er sera gott at vera. Hósdagin var flokkurin so eisini úti í Grøv og hugnaði sær og spældi í dunnuhylinum og ánni.

6.b hevur verið á seturskúla í Sørvági. Hetta var ein sera góður túrur, sum eisini var ein dagstúrur til Mykinesar.  Tað er nakað heilt serligt at koma til Mykinesar, millum annað, tí at tú kemur so nær fuglalívinum í oynni, eisini tí at siglitúrurin kann vera ein uppliving í sjálvum sær.

Sum tit síggja, so hava næmingarnir fingið felags upplivingar í góðveðrinum hesar dagar, og tað er gott fyri trivnaðin.