Føðingardagur fyri Pippi
26. mai 2025
Pippi verður 80 ár
Mikudagin 21. mai varð Pippi Smokkuleggur 80 ár og tað gjørdu vit í skúlanum vart við, tí ein persónur, sum hevur havt so nógv at siga fyri so nógv børn sum Pippi hevur havt, má hátíðarhaldast.
Yngra skúlakórið sang sangin um Pippi til morgunsangin í grunddeild og til morgunsangin í grunddeild var greitt frá Pippi, hvussu hon var og hvussu hon bleiv til. Eisini var greitt frá um, tá Astrid Lindgren byrjaði at siga dóttur síni søgur um Pippi.
Afturat hesum bjóðaði matarskipanin lekkrar kanelsniglar, sum er yndiskøkan hjá Pippi.
Á facebooksíðuni hjá Skúlatrøð kunnu tit hoyra og síggja børnini syngja. Trýst á her


