Tá vit læra ókend orð

27. mai 2025

4.a hevur lært nýggj gomul orð

 

Tað er soleiðis, at um vit gevast at nýta orð og hugtøk, so hvørvur eisini vitanin, sum er knýtt at hesum orðum. Tað vil siga, at kenna vit ikki orðini og merkingina, so missa vit eisini søguna og samanhangin.

 

Í 4.a hava tey lært seg nýggj ella skulu vit siga gomul orð. Tey greiða soleiðis frá:

 

Vit í 4.a hava fingið okkum nakrar tekstir at lesa, sum hava staðið í gomlum lesibókum. Tað kann vera avbjóðandi, tí at málið er broytt nokk so nógv tey síðstu 30 - 40 árini.

 

Tá vit lesa uppá heima og koma til orð, vit ikki kenna, strika vit undir tey og fara á Sprotan at leita eftir týdninginum av orðum, royna at skilja tey og seta týdningin inn í tekstin.

 

Teksturin í dag var um gamla spælið "Nytrur í hendi", og vóru vit so heppin, at vit fingu nytrur frá onkrari ommu og abba. So í føroysk tímanum í morgun hava vit lisið og skilt tekst, lært spælireglurnar og enntá roknað eitt sindur í høvdinum.

 

Soleiðis kann tað vera stuttligt og forvitnisligt at læra gomul og góð vitanartongd orð og serstakliga, tá ommur og abbar koma upp í leikin.

 

Vit takka fyri hesa áhugaverdu søguna.