Skotin Alan Fernie vitjar skúlahornorkestrið
Skúlahornorkestrið hevur havt venjingardag
Í samband við, at Klaksvíkar hornorkestur bleiv 75 ár 5. mai, verður ein konsert í Varpinum 30. mai, undir leiðslu av Fionu Parker, og í dag hevur skúlahornorkestrið, sum eisini er ein partur av Klaksvíkar hornorkestri, havt venjingardag.
Viðurkendi tónasmiðurin innan horntónleik, skotin Alan Fernie verður serligur gestur til konsertina í Varpinum, og næmingarnir í skúlahornorkestrinum vóru so hepnir, at hann eisini var við til venjingardagin á Skúlatrøð.
Skúlahornorkestrið vandi allan fyrrapartin og bjóðaði so flokkunum í miðdeild til konsert, áðrenn dagurin endaði og øll fóru í vikuskifti.
Her síggja tit ein væl upplagdan orkesturleiðara og eitt væl upplagt orkestur. Vit takka fyri eina góða konsert.
Vit hava sett nøkur brot saman frá konsertini í morgun.
Við myndum og video vilja vit ynskja tykkum eitt gott vikuskifti og eina góða norðoyastevnu.














