Minitriatlon í sætta flokki
2. juni 2025
Minitriatlon í sætta flokki
Í farnu viku høvdu 6.flokkarnir eitt mini triatlon í ítróttartímunum.
Triatlon er ein multiítróttargrein, har íðkararnir skulu svimja, súkkla og síðani renna.
Súkklufelagið í Norðoyggjum, Norðurstrok, hevur givið skúlanum ein súkklubana, sum kann setast upp á ymiskan hátt, og hetta royndu næmingarnir í 6.flokki í farnu viku.
Hetta varð kallað eitt minitriatlon, tí næmingarnir høvdu ikki so góða tíð, og fyri at øll skuldu sleppa at royna allar disiplinirnar, so súkklaðu tey í 15 minuttir í skúlagarðinum, runnu í 15 minuttir á rennibreytini, og svumu 10 longdir í svimjihøllini.
Ein góður og øðrvísi ítróttartími.




























