Okkurt ítriv í summar?
12. juni 2025
Okkurt ítriv í summar?
Nú summarfrítíðin byrjar um eina viku, og vit ikki skulu fylgja eini tímatalvu í fleiri vikur, er lagað manni at takast við okkurt handaligt og skapandi.
Tað er nógv ymiskt, ið vit kunnu gera av øllum handa slagi, og her kemur eitt hugskot frá Ósa 2.
Ósa 2 hevur nevniliga gjørt eina roynd at spæla við litir.
Tað er ikki neyðugt at keypa ta nógvu útgerðina, og tað er ei heldur kostnaðarmikið. Tað, sum tú hevur brúk fyri er einum vattdoddi, tallerki, mjólk og litpennum.
Nú hevur tú møguleika at spæla tær við útgerðina og fáa fleiri ymiskar útgávur av mynstrum, og vøkur eru tey eisini.












