Fyrsti skúladagur hjá 1. flokki
Fyrsti skúladagur hjá 1. flokki
Í dag var stóri dagurin hjá børnunum, sum byrja í 1. flokki. Hetta er ein dagur, sum børn og foreldur hava sæð fram til. Foreldur, ommur og abbar og systkin møttu saman við næmingunum klokkan 11 í morgun.
Skúlastjórin Jónleif Johannesen og Myrna Lind Jacobsen tóku ímóti og bjóðaðu vælkomin.
Árgangurin, sum byrjar í 1. flokki í ár, er serliga stórur - 91 næmingar eru innskrivaðir og tað verða tí 4 flokkar.
Tá næmingarnir vóru komnir saman við sínum flokslærara og flokki, varð floksmynd tikin og síðani fóru lærari og næmingar inn í floksstovuna. Hesa løtuna, meðan næmingarnir vóru í stovuni, fingu foreldrini sær ein kaffimunn og kanelgiflar og prátaðu við onnur foreldur. Ein hugnalig løta.
Vit á Skúlatrøð ynskja øllum børnum hjartaliga vælkomin í skúla.













