Send okkum eina mynd

20. august 2025

Í dag sat ein av eldru næmingunum hugbundin í tímanum og teknaði, meðan hann lurtaði. Tað ber jú til at tekna og lurta alt um eina leið. Hesa ferð var tað ein tekning av einum náttfirvaldi. 

Hevur tú eina mynd, sum vit kunnu leggja út á heimasíðuna? Á Skúlatrøð eru mong, sum duga væl at tekna, so hvørja viku fara vit at leggja eina nýggja mynd á heimasíðuna. Um tú hevur eina mynd, sig tað so við læraran, so fær hann myndina til rætta viðkomandi.  

Um vit fara aftur til náttfirvaldin, so stendur at lesa inni á heimasíðuni píka7.fo, at ormverur og vaksnir firvaldar so at siga eru verjuleys dýr. Í Føroyum krógva flestu firvaldar seg fyri fíggindum við at sita pinnastillir í einum staði, har liturin á firvaldinum rennur saman við litinum á tí, hann situr á, til dømis einum træbuli, einum steini ella bløðum á eini plantu.

Klettaspannari er ikki lættur at fáa eyga á, tá ið hann situr á steini. Hann er størsti spannarin í Føroyum og er vanligur á ávísum plássum í landinum. Klettaspannari er náttfirvaldur, men sæst ofta flúgva um dagin. Ormveran livir mest í heiðalyngi.

Firvaldar og ormverur kunnu ikki stinga ella bíta eins og býflugur og vespur, men nógvar ormverur brúka eitur á annan hátt at styggja fíggindan. Nakrar náttfirvalda­ormverur hava eitrandi hár, og aðrar smakka ella lukta illa. Vanliga hava hesar ormverur bjartar litir, sum ávara fíggindan um at halda seg burtur.

Summar ormverur, sum ikki eru eitrandi, duga so væl at líkjast eitrandi sløgum, at fíggindar als ikki tora at nerta tær. Í Føroyum eru tó flestu ormverur grønar eins og gras og bløð og líkjast soleiðis umhvørvinum, sum tær vaksa upp í.

So, minst nú til at siga frá, um tú hevur eina mynd. Vit gleða okkum at hoyra frá tær.