Føroya Sjómannadagur á Skúlatrøð

22. august 2025

Føroya Sjómannadagur hevur sett sín dám á skúlagongdina í dag.

Til morgunløtuna var kappast um at halda dregg, og so vóru sjómanssangir sungnir. Matarskipanin bjóðaði eisini turran fisk og eplir.

Í góða veðrinum vóru tað fleiri skúlaflokkar, sum nýttu høvi at fara ein túr út á kajina, fyri at hyggja, hvørji fiskasløg vóru í kørunum. Eisini vóru børnini forvitin eftir tí, sum livdi við kajkantin og løgdu seg niður fyri at fanga smá hvalspýggj. 

4.a var so heppin at sleppa umborð á Pison at síggja skipið. Her fingu tey sodavatn, keks og bomm í messuni og sluppu eisini upp á brúnna og í maskinrúmið.

Ein hendingarríkur dagur hjá 4.a, tí tey eisini tíðliga í morgun funnu eina blásvartaklukku, sum var einar 4 cm long. 

 

Nú er vikuskifti, og vit ynskja øllum ein góðan Sjómannadag 2025