Mentan og umhvørvi - ein lærugrein
Lærugreinin Mentan og umhvørvið er partur av handaverk og list hjá 5.flokkunum á Skúlatrøð.
Seinastu vikuna hevur evnið í Mentan og umhvørvi snúð seg um Føroya Sjómannadag og um Klaksvík sum fiskivinnubý.
5.d hevur verið og vitjað standmyndina av Jógvan Frederik Kjølbro. Standmyndin var ein gáva frá Norðoya Sparikassi, tá ið stovnurin fylti 80 ár. Jógvan Frederik Kjølbro hevði ein leiklut í stovnsetingini av NS í 1919. J.F. Kjølbro var reiðari og vinnulívsmaður og hevði stóran týdning fyri búskaparligu menningina í Klaksvík. Fyritøkan hjá JFK gjørdist ein hornasteinur í fiskivinnuni í Føroyum og er tað enn í dag.
Síðani varð vitjað umborð á Christian í Grótinum, har næmingarnir fingu innlit í nýmótans fiskiskap. Eitt sera stásiligt skip, og forkunnugt var hjá næmingunum at síggja skipið innanífrá.
Tá vit nú vóru á økinum, varð steðgað við handilin í Bø, betur kendur sum Úthandilin hjá Kongaliga Einahandlinum í Klaksvíkini. Hesin handil varð bygdur í 1838 við eina lítla, óbygda vík undir Klakki, sum nevndist Klaksvíkin. Eftir 1838 gjørdist Bøur ein miðdepil í øllum Norðuroyggjum og stórum pørtum av Eysturoynni. Nógv fólk úr hesum økjunum fluttu beinleiðis hagar at búgva, og onnur komu fyri at handla. Virksemið úti í Klaksvík gjørdist sum frá leið so týðandi, at navnið á tí lítlu víkini gjørdist navnið á øllum býlingunum undir einum - Klaksvík.
Í lærugreinini Mentan og umhvørvi, koma næmingarnir at kenna nógv av søguni hjá býnum, og eitt aðalmál er eisini at fara út í býin og vitja viðkomandi støð.






