Radio ella poddvarp

26. august 2025

Mánadagin vóru næmingar úr vallærugreinini miðlar og vitjaðu á Norðlýsinum. Tað vóru teir báðir Kristian Joensen, sum vanliga er vertur á Norðlýsið radio, og Jóhann Lützen, blaðstjóri, sum væl upplagdir tóku ímóti.

Tosað varð um at senda beinleiðis, hvussu sendingin verður løgd til rættis, og hvør tøkni verður brúkt. Hetta var partur av eini uppgávu at royna at gera poddvarp á Skúlatrøð.

Sjálvur kallar Kristian Joensen sendingina hjá Norðlýsinum heldur fyri radio enn poddvarp, tí tað í grundini er ein beinleiðis sending við práti og tónleiki. Munurin á radio og poddvarpi er tá, at radio krevur eitt sindur minn í og við, at har er til dømis eingin klipping av upptøkini. Alt verður jú sent út í eitt, og tá ið sendingin er liðug, so er alt liðugt.

Blaðstjórin tosaði um týdningin í at vera viðkomandi fyri lokala fólkið. Evnir, sum verða tikin upp, hava ofta við viðurskiftir, sum fylla í nærumhvørvinum. Eisini eru royndir gjørdar við kjaksendingum, sum hava riggað væl, og lurtaratalið er á góðari leið og hækkandi.  

Kristian Joensen legði millum annað afturat, at tað hevur týdning at gera sær greitt frá byrjan, hvør ætlanin við poddvarpinum er. Hvørji evni eru viðkomandi, og til dømis hvørjir lurtararnir eru, og hvørjir gestirnir skulu vera. Her skulu eisini gerast spurningar, og so skal tøknin sjálvsagt rigga.

Her ber til at lurta eftir tí, sum Norðlýsið hevur sent.

So nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer á Skúlatrøð, og vit takka Norðlýsinum fyri løtuna og áhugaverda prátið.