Dánjal Danielsen settur sum varaskúlastjóri á Skúlatrøð

22. september 2025

Dánjal Danielsen settur sum varaskúlastjóri á Skúlatrøð

Dánjal Danielsen er settur sum varaskúlastjóri á Skúlatrøð. Dánjal tekur við starvinum 20. oktober 2025.

 

Dánjal er útbúgvin fólkaskúlalærari á Fróðskaparsetri Føroya í 2013 og hevur hann starvast í skúlaskipanini í Klaksvík síðani. Fyrstu árini á Ziskatrøð og harnæst á Skúlatrøð.

 

Frá 2018 at rokna, hevur Dánjal virkað sum deildarleiðari á Valskúlanum, sum er 10. flokkur á Skúlatrøð. Her hevur Dánjal verið við til at skipa og menna góða tilboðið fyri okkara elstu næmingar í Norðoyggjum.

 

Skúlaárið 2021/22 røkti Dánjal starvið sum varastjóri í hádeild. Umframt dagliga sambandið við starvsfólkini og næmingarnar í hádeild, hevði Dánjal eisini ábyrgdina av próvtøkum og royndum annars.  Eisini var Dánjal við til at leggja tímatalvu hetta tíðarskeiðið. Dánjal er 47 ára gamal og býr í Klaksvík.

 

Vit á Skúlatrøð ynskja Dánjali hjartaliga til lukku og Harrans signing í týdningarmikla starvinum.