Ver við at stuðla Krabbameinsfelagnum
Týskvøldið 7. oktober frá kl. 19.00 til 21.00 verður skipað fyri stuðulstiltakinum Saman um krabbamein á Skúlatrøð. Hetta kvøldið verður peningur samlaður inn til Krabbameinsfelagið, og tað, sum kemur inn, fer óskert til felagið.
Innsavningin er liður í stóru innsavningini hjá Krabbameinsfelagnum, sum verður 26. oktober í Løkshøll. Sí myndir á høgra bredda.
Á skránni 7. oktober á Skúlatrøð verða spennandi tónleikainnsløg bæði við næmingum og starvsfólki. Í steðginum verður kafe, tombola og sølutorg.
Verið hjartaliga vælkomin til stuðulstiltakið, og vit eru takksom fyri allan stuðul, sum verður latin.
Skráin fyri kvøldið verður hendan:
19.00 - Bjóðað verður vælkomin
19.05 - Heini og Brynhild syngja og spæla
19.15 - Barnakórið syngur
19.30 - Sólblómurnar syngja
19.40 - Steðgur
20.20 - Skúlaorkestrið spælir
20.35 - Næmingar framføra fólkadans
20.50 - Steintór og genturnar spæla
21.00 - Vit takka fyri


