Val til næmingaráðið avgreitt - úrslitið kunngjørt í morgin
Á Skúlatrøð var í dag valdagur, og ymsastaðni í skúlanum stóðu næmingar, sum bíðaðu eftir at sleppa á næmingaráðsval.
Nakað av spenningi var, og tosað varð um mannagongdina, valseðlar, krossin, sum skuldi setast, og kassan við atkvøðuseðlunum.
Endamálið við næmingaráði er jú, at næmingarnir læra at taka lut í fólkaræðisligum samfelagi, og at teir fáa høvi at hava ábyrgd og ávirkan á egnan skúladag.
Fólkaskúlalógin sigur, at til hvønn skúla, sum hevur 5. flokk ella eldri floksstig, stovna næmingarnir eitt næmingaráð.
Næmingaráð á Skúlatrøð umboða 1. til 9. flokk, og av tí at skúlin er stórur, eru trý - eitt fyri grunddeild, eitt fyri miðdeild og eitt fyri hádeild.
So nú bíða vit spent eftir valúrslitinum, sum verður kunngjørt í morgin.
Fylg við á heimasíðuni.











