4.flokkur í skúla á Varmakeldugarðinum

4. oktober 2025

Bóndagarðurin lærir 4.flokk


Fríggjadagin var 4.a í skúla á Varmakeldugarðinum, sum liggur í Gøtudali.

 

Í heyst hevur Varmakeldugarðurin arbeitt við verkætlanini Bóndagarðurin lærir, har tey hava bjóðað 4. flokki til undirvísing og rundvísing í fjósinum. 4.a hevur nú verið og vitjað fjósið, og har lærdu vit nógv viðkomandi.

 

Bára, bóndakonan, tók ímóti okkum og vísti okkum first upp á loftið, har vit sótu fjálgt og væl og lurtaðu eftir, meðan hon greiddi frá um neytahald í Føroyum og um Varmakeldugarðin.

 

Bára greiddi frá um høsnabóndur, grísabóndur, seyðabóndur og neytabóndur. Grísabóndur og høsnabóndur eru tó ikki í Føroyum ídag, men enn hava vit seyðabóndur og neytabóndur.

 

Tað eru nakrir 1000 óðalsbóndur í Føroyum og eini 374 festibóndur. Bára greiddi eisini frá muninum millum hesar, at óðalsbóndur eru bóndur, sum eiga jørðina sjálvir, og tá ein óðalsbóndi fellur frá, so eiga øll hansara børn rættin til jørðina, meðan ein festibóndi má hava útbúgving, og tað av børnunum, sum hevur áhuga og útbúgving, kann yvirtaka festið, tá festibóndin fellur frá.

 

Tað er krevjandi arbeið at vera bóndi, tí ein bóndi hevur ongantíð frí; djórini skulu passast hvønn einasta dag, eisini, tá høgtíðir eru og fólk hava frí. Fyri at hjálpa hvørjum øðrum, so vóru teir tveir, sum bygdu fjósið saman, so teir kunnu skiftast um at hava frí eins og onnur.

 

Í dag verður gingið høgt upp í djóravælferð, og í nýmótans fjósunum ganga neytini leys. Á Varmakeldugarðinum eru tilsamans 165 neyt og av hesum eru 65 mjólkineyt.  

 

Fjósini hava mjólkakvotur, og kvotan hjá Varmakeldugarðinum er knappar 700.000 litrar árliga.

Fyri at fáa so nógva mjólk frá hvørji kúgv, so hava bóndurnir ymisk neytasløg, sum hava ymiskar eginleikar at framleiða mjólk. Varmakeldugarðurin hevur trý sløg, NRF, Holstein, og Jersey. Hesi neytasløgini mjólka ymiska litranøgd hvønn dag, og fitiprosentið í mjólkini er eisini ymiskt frá slagi til slag.

 

 

Tá vit høvdu fingið eina rúgvu at vita, og næmingarnir høvdu fingið svar upp á sínar nógvu spurningar, var tíð at fara niðurundir at síggja neytini, mjólkitólmennið, fóðurtólmenni og høllina.

 

Kýrnar hava eitt kip í oyranum, sum verður lisið av mjólkitólmenninum. Í kippinum eru upplýsingar um, hvussu nógvar litrar kúgvin hevur mjólkað, hvussu nógv kraftfóður hon skal hava og eisini nær hon mjólkaði seinast. Tólmennið gevur kúnni kraftfóður at eta, meðan hon verður mjólkað. Tá kúgvin er mjólkað, stendur tann næsta klár at koma inn. Ein kúgv mjólkar umleið 11.000 litrar um árið.

 

Mjólkin fer frá kúnni, gjøgnum tólmennið í ein stóran tanga, sum tekur 8000 litrar. Hesin tangin verður tømdur av mjólkabilinum hjá MBM 3 ferðir um vikuna.

 

 

Næmingarnir fingu eisini eina góða løtu saman við smáu kálvunum og heilsaðu eisini uppá stóru neytini.

 

Áðrenn vit fóru heim, ótu vit matpakkan og fingu summarskál og kakamjólk frá MBM at drekka afturvið.

 

Vit fingu nógv burturúr. Vit takka fyri blíðskap og ein áhugaverdan og læruríkan fyrrapart í Varmakeldugarðinum.