Pútur frá seymistovuni á Brekku
Í dag fekk bókasavnið á Skúlatrøð serstaka vitjan. Tað vóru tær tríggjar, Ruborg, Eydis og Jóhanna, sum vóru komnar á vitjan, saman við Borghild, og við sær høvdu tær fýra pútur, sum allar eru gjørdar til og seymaðar á seymistovuni á Brekku.
Hetta eru als ikki vanligar pútur, tí á teimum eru kendu andlitini á Mumi, Pippi, Nemo og Harry Potter. Sum tær sjálvar siga, so eru púturnar gjørdar júst við bókasavninum í huga, tí hesir persónarnir eru allir at finna í mongu bókunum á bókasavninum.
Prátað var aftur og fram um ymiskt, og ikki kann sigast annað enn, at Ruborg, Eydis og Jóhanna bæði eru raskar og nærlagdar til arbeiðis hvønn dag. Og nú myrka tíðin nærkast, merkir tað eisini, at árliga jólasølan á Brekku skal fyrireikast. Tað krevur nógv, og longu eru fyrireikingarnar byrjaðar við, at alskyns lutir verða hvønn dag gjørdir klárir.
Tað eru mong, sum gleða seg til jólasøluna, men sjálvandi ber eisini til at fara inn á gólvið á Brekku hvønn gerandisdag, har altíð nógv er at fáa.
Skúlatrøð fer við hesum at takka Ruborg, Eydis, Jóhannu og Borghild fyri eina hugnaliga vitjan og samstundis takka vit av hjarta fyri vøkru púturnar, sum næmingarnir saman við lærarum og bókavørðunum á skúlanum heilt víst fara at virðismeta.









