8.a Saman um krabbamein 

8. oktober 2025

Týskvøldið 7. oktober frá kl. 19.00 til 21.00 varð skipað fyri stuðulstiltakinum Saman um krabbamein á Skúlatrøð. Peningarnir, sum vórðu samlaðir inn, fara óskerdir til Krabbameinsfelagið.  

Tá skúlastjórin kunnaði um tiltakið, fór 8.a alt fyri eitt í holt við at savna inn. Tey gjørdu av at savna fløskur og at bjóða  «krabbahjálp», t.v.s., at tey gjørdu smáar uppgávur fyri familju og vinir og fingu eitt lítið gjald aftur fyri. 

Týsdagin koyrdu næmingarnir peningin, sum tey høvdu savnað, í eina fína heimagjørda bússu. Onkur av næmingunum hevði eisini gjørt armbond og oyralokkar, sum tey seldu týskvøldið, meðan tiltakið var. 

Tá ið av tornaði, hevði flokkurin savnað heilar 10.000 kr, sum fóru til felags innsavningina á skúlanum. 

Stóra takk fyri dyggan stuðul frá røsku næmingunum og teirra familju og vinum!