Væl vitjað stuðulstiltak

8. oktober 2025

Í gjár var týsdagur 7. oktober, og tað var ein serstakur dagur á Skúlatrøð. Tí tá var allur býurin boðin til stuðulstiltakið Saman um krabbamein. Innsavningin var liður í stóru innsavningini hjá Krabbameinsfelagnum, sum verður 26. oktober í Løkshøll.

Til tiltakið í gjár var miðhøllin skipað sum sølutorg við kafe og tombola, sum næmingar og lærarar høvdu skipað fyri, og skráin var fjølbroytt við syngjandi næmingum og lærarum, upplestri, skúlakórum, skúlahornorkestri og fólkadansi.

Umframt sjálvt tiltakið í gjárkvøldið hava fleiri flokkar seinastu tíðina savnað inn hvør sær.

Endaliga upphæddin, sum er komin inn á Skúlatrøð, er enn ikki kend, men tá ið tiltakið endaði um 21 tíðina í gjárkvøldið, varð upplýst, at meir enn 65.000 kr vóru komnar inn. Tá ið alt er uppgjørt, fer peningurin óskerdur til Krabbameinsfelagið.

Næmingar og lærarar takka hjartaliga fyri alla hjálp og týdningarmikla stuðulin til Krabbameinsfelagnum og eisini fyri góðu uppmøtingina. Í høgra bredda eru myndir frá kvøldinum.