Vit læra tabell við sangi

19. oktober 2025

Tað er stuttligt at læra gjøgnum sang

Tað eru fleiri mátar at læra uppá, og jú fleiri mátar vit royna, skjótari og lættari læra vit.

Í fleiri førum riggar væl at fáa eitt sindur av spenningi í, tá arbeitt verður við tølum, og spenningurin kann gera tað nógv stuttligari.

2.a hevur í seinastuni lært seg at telja skjótari, at falda og at telja við tabell. Tey hava lært seg trý-tabellina og fýra-tabellina.

Tað geniala hjá 2.a er, at námsfrøðingurin Judith, hevur týtt niðurlagið á einum donskum tabellsangi til føroyskt, og hendan sangin hevur 2.a lært seg at syngja. Tað er nú nógv lættari hjá teimum at minnast tølini og tabellirnar. 

Vit hava nógv fitt og røsk børn á skúlanum, og tey í 2.a takka fyri, at tey sluppu at syngja til morgunsangin í grunddeild.

 

Niðast síggja tit filmar, har 2.a syngur tabellirnar. 

Niðanfyri her er teksturin til sangirnar.

Soleiðis er sangurin til trý-tabellina:

3-6-9-12-15-18-21-24-27-30
3-tabellin hon er heilt okay, tí tú skal bara leypa upp um tvey

 

Soleiðis er sangurin til fýra-tabellina:

4-8-12-16-20-24-28-32-36-40
4-tabellin nú løtt er fyri teg.

Niðanfyri liggja leinki til sangirnir á donskum:

Trý-tabellin her

Fýra-tabellin her